Spælt 20 milliónir burtur

29 ára gamli fótbóltsspælarin, Michael Chopra, sigst hava spælt burtur millum 15 og 20 milliónir krónur, og nú er Ipswich leikarin farin á húsagang.

Tað viðgongur fyrrverandi Newcastle og Sunderland leikarin sjálvur í hesi vikuni, skrivar norska VG Nett.

Chopra hevur bannað sær sjálvum frá veddingarkioskum í Ipswich, har hann spælir Championship fótbólt í Onglandi.

Tað skal hjálpa mær at koma undan hesi sjúkuni, sigur Michael Chopra.

Hann er ein av níggju persónum, sum eru stevndir fyri brot á antimuturlógunum í Onglandi. Úrslitið kann gerast útilokan frá hestakapprenningarvallum og ítróttastadium í Onglandi.

Chopra eigur ikki sýru í vegg. Fyri at møta við sakførara skal hann seta 500.000 krónur í veð, og tað megnar hann ikki, og tí fer hann heldur ikki at verja seg móti ákærunum.

- Eg havi stóra skuld og kann heilt einfalt ikki rinda fyri ein sakførara, so eg kann reinsa navn mitt, sigur Michael Chopra.

Sjálvur metir hann, at hann hevur spælt fyri eitt stað millum 15 og 20 milliónir krónur seinastu árini.

Aðrir, sum eru ákærdir í somu søk, eru fyrrverandi Manchester United leikarin, Mark Wilson, og Doncaster leikarin, James Coppinger.

Stjórin í enska leikarafelagnum, Gordon Taylor, sigur, at tað, ið nú hendir, ber er toppuriin av ísfjallinum.

Tað hevði verið góðtrúgvið at hildi nakað annað. Tað verður altíð veittur ein um ungum fótbóltsleikara við nógvum pengum, ans. Tí er ein uppgáva hjá okkum at veita ráðgeving um, hvussu íløgur best verða gjørdar. Fótbóltsleikarar eru løtt offur, og teimum verður boðin stórur kredittur, sigur Gordon Taylor við Daily Express.