Spælsvik: Stór bót og langt bann

Ein enskur landsliðsspælari skal sita uttanfyri í tíggju vikur, og rinda eina bót upp á yvir eina hálva millión krónur

Kieran Trippier er dømdur leikbann í tíggju vikur, umframt bót á yvir eina hálva millión krónur, fyri at hava lata upplýsningar um skiftið frá Tottenham til Atletico Madrid, til vinir og kenningar, ið síðani hava sett pengar á skiftið hjá veddingarfyritøkum.

Enski landsliðsspælarin skifti í 2019 frá Tottenham til Atletico Madrid. Allir spælarar skulu fylgja nøkur leiðreglum, har tað ikki er loyvi at spæla upp á egnar dystir, ella geva upplýsningar víðari, sum vanligi borgari ikki kann fáa fatur á.

Fyri hetta skal Kieran Trippier sita uttanfyri í tíggju vikur. Leikbannið er galdandi fyri allar kappingar. Hartil skal hann rinda eina bót á 575 túsund krónur. Høgri bakkurin segði í verjurøðu, at hann ongantíð hevur veddað upp á fótbólt, ella hevur móttikið pengar í nøkur líknandi høpi.

Eitt nú datt fyrrverandi enski landsliðsspælarin, Daniel Sturridge, í somu fellu fyri kortum, tá hann skifti til felag í Turkalandi. Eisini kann fekk lang bann og bót.