Spælsvik: Atletico hevur kært dómin

La Liga: Dómurin sigst nú verða útsettur, eftir at Atletico Madrid hevur kært dómin hjá Kieran Trippier

Kieran Trippier er dømdur leikbann í tíggju vikur, umframt bót á yvir eina hálva millión krónur, fyri at hava lata upplýsningar um skiftið frá Tottenham til Atletico Madrid, til vinir og kenningar, ið síðani hava sett pengar á skiftið hjá veddingarfyritøkum.

Nú hevur Atletico Madrid, sum einki visti um málið, kært dómin. Felagið heldur ikki at revsingin er rættvís, og at Atletico Madrid verður órættvíst rakt í hesum málinum. The Guardian skrivar, at dómurin hjá enska landsliðsspælaranum er fyribils útsettur.

Hann skifti í 2019 frá Tottenham til Atletico Madrid. Allir spælarar skulu fylgja nøkur leiðreglum, har tað ikki er loyvi at spæla upp á egnar dystir, ella geva upplýsningar víðari, sum vanligi borgari ikki kann fáa fatur á.

Fyri hetta skal Kieran Trippier sita uttanfyri í tíggju vikur. Leikbannið er galdandi fyri allar kappingar, og tað hevði merkt at hann skuldi sitið yvir í 13 dystir. Hartil skal hann rinda eina bót á 575 túsund krónur. Høgri bakkurin segði í verjurøðu, at hann ongantíð hevur veddað upp á fótbólt, ella hevur móttikið pengar í nøkur líknandi høpi.

Eitt nú datt fyrrverandi enski landsliðsspælarin, Daniel Sturridge, í somu fellu fyri kortum, tá hann skifti til felag í Turkalandi. Eisini kann fekk lang bann og bót.