Spælskipararnir skaddir

Bæði Tróndur Kragesteen og Janus Sørensen, sum hava verið brúktir sum spælskiparar í síðstu hondbóltslandsdystunum hjá Føroyum, eru blivnir skaddir beint undan Sveis-dystunum, so tí noyðast venjararnir at gera smærri rokeringar á liðnum.

Hóast væl hevur gingist undir venjingunum hjá manslandsliðnum í hondbólti undan dystinum í EM-undankappingini, sum í annaðkvøld verður spældur í ítróttarhøllini á Hálsi, eru venjararnir eitt sindur í døpurhuga, nú dysturin nærkast. Orsøkin er, at tveir av týdningarmiklu spælarunum ikki fáa spælt.

– Vit hava fingið eitt lítið sindur av trupulleikum, tí báðir spælskipararnir, Tróndur Kragesteen og Janus Sørensen, hava fingið skaðar teir seinastu dagarnar. Tróndur hevur trupulleikar við økslini og skotarminum hjá sær, og Janus hevur meira trupulleikar við lyskuni og niðri í beininum, sigur Dia Midjord, sum saman við Kára Nielsen venur manslandsliðið.

– Teir báðar skulu vit ikki vænta at síggja í dystinum ímóti Sveis í annaðkvøld, so vit koma at gera onkrar sovorðnar smávegis rokeringar á liðnum. Men eg skal viðganga, at tað ger tað serliga trupult, at tað júst eru teir báðir spælskipararnir, ið nú sita uttanfyri.

 

Aðrar møguleikar

Dia Midjord vísir á, at sjálvandi eru aðrir møguleikar, tí fleiri á liðnum hava verið spælskiparar, men at júst tað plássið er eitt, ið krevur eitt sindur meira.

– Sum spælskipari fert tú ikki bara inn at spæla eftir einum degi, tí tað skalt tú helst venja teg eitt sindur við. Avtalurnar skulu fáast upp á pláss, og spælskipararnir skulu jú koyra avtalurnar, sigur hann.

– Men vit hava nógvar møguleikar, tí nógvir duga at spæla har. Eitt nú hava vit Inga Olsen, Finn Hansson og eisini aðrar møguleikar, so vit mugu fáa loyst hetta upp á frægast máta. Men tað er altíð keðiligt at missa teir báðar, sum vit hava brúkt á hesum plássinum í síðstu dystunum.

Dia vísir á, at sum heild eru spælararnir væl fyri, nú landskappingin gongur ímóti endanum. Hann sigur, at teir báðir, sum eru farnir burturúr, eru eitt sindur slitnir og onkrir aðrir eisini, men at hinir eru øgiliga væl fyri.

Dysturin ímóti Sveis, sum er fimti dysturin hjá Føroyum í hesi EM-undankappingini, verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld klokkan 19.