Hildur Eyðunsdóttir, Forkvinna í mentamálevnd Tórshavnar býráðs
Góði Teitur. Tað er gott at tú tekur umstøðurnar hjá føroyskum tónleikarum og føroyska tónleikapallinum upp. Vit eru sera samd bæði. Hóast tað er ríkandi fyri okkara býarlív, so er tað als ikki nøktandi fyri tónleikin bert at hava dansistøðini og barrir sum pall.
Men eg havi eini gleðiboð hesum viðvíkjandi. Tórshavnar býráð er farið í holt við at fyrireika Gamla reinsaríðið til spælistað. Í løtuni verður húsið høvuðsumvælt uttan, og samstundis verður arbeitt við eini heildarætlan fyri reinsaríðið og økið rundanum við smáu bygningunum og túnunum í millum. Hetta hevur mentamálanevndin samtykt.
Ætlanin er, at fáa eitt heildarkonsept við spælistaði og venjingarhølum, og øðrum kreativum virksemi til t.d. myndlist. Og túnini rundanum skulu gerast hugnalig so at tað eisini ber til at vera uttandura tá ið veðrið loyvir tí.
Hetta er alt í trá við tankan um Tórsgøtu sum mentanargøtu við fjølbroyttum virksemi.