Spælimenninir í Miðlahúsinum

Á spælimans økinum hevur Føroyar í 20 ár átt ein bólk í heimsflokki. Aftur í ár fara Spælimenninir á pall uttanfyri landoddarnar, men á konsert í Miðlahúsinum í kvøld, sleppa føroyingar at uppliva bólkin.


<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$Í kvøld kl. 20 fara Spælimenninir á pallin í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Á &nbsp;konsertini fer bólkurin at vísa føroyingum tað, ið hann fer at spæla, tá hann seinni í ár fer á konsertferð til Íslands. Tað er Ívar Bærentsen eigur flestu løgini á spæliskránni hjá Spælimonnunum í kvøld. <BR>Spælimenninir, er ein tann føroyski bólkurin, sum hevur spælt oftast í útlandinum og, sum hevur selt flest fløgur uttanlanda í flest ár.
Spælimenninir, borga fyri eini framúr uppliving hvørja ferð. Festligi og trøllakendi spælimanstónleikurin kann fáa næstan ein og hvønn í gott lag. Tú kanst trampa, dansa ella hoppa, men illa standa stillur ella still, tá hendan orkumaskina setur futt í. Bólkurin spælir siðbundnan og modernaðan norðurlendskan og amerikanskan fólkatónleik
Spælimenninir hava spælt saman í fleiri enn 20 ár og hava verið á nógvum konsertferðum í Danmark, Svøríki, Orkunoyggjunum, Hetlandi, Skotlandi, Fraklandi, Finlandi og USA, har tey millum annað hava spælt á fólkatónleikafestivalum og øðrum konsertstøðum. Eisini hevur bólkurin givið 8 fløgur út.
Manningin hevur verið heldur skifandi hesi árini, men ávís nøvn ganga aftur - kanska serlig <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen eru vorðin ímyndin av bólkinum, men seinnu árini eru nøvn sum Mikael Blak og Angelika Nielsen, eisini vorðin kend spælimansandlit.&nbsp; Á konsertini í kvøld spæla Angelika Nielsen, Jákup Lützen, Daniel Nielsen, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Sharon Weiss&quot;$?$end$!$Sharon Weiss</st1:PersonName$?$end$!$, Ívar Bærentsen, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kristian Blak&quot;$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ og Mikael Blak <BR>