Spælifilmurin NINA skal skapa dialog um einsemi

Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Mariu Winther Olsen kemur væntandi í føroysku biografarnar seinni í ár

Vikuskiftis Sosialurin:

 

- Mann fer á filmsskúla fyri at læra at gera film. Men eg havi lært at gera film við at gera ein film

 

Nú hevur Maria Winther Olsen gjørt sín fyrsta spælifilm. NINA varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum síðst í juni mánað, og hon fegnast um góðu undirtøkuna og afturmeldingarnar.

 

- Tað er ótrúliga stórt fyri meg, at salurin næstan var fullur, og so nógv fólk ynsktu at síggja filmin, sigur Maria Winther Olsen.

 

Sálarlig lýing og einsemi eru evni, sum sjáldan eru at hoyra í almenna rúminum í Føroyum. Hetta ynskir 26 ára gamla Maria Winther Olsen at broyta við nýggja filminum, NINA. Í mun til stóru evnini, sum Maria Winther Olsen viðger í filminum, so metir hon tað vera týdningarmikið at seta orð á tey. Hon heldur ikki, at hetta er nakað fremmant í Føroyum, sum føroyingar ikki kenna til.

 

- Eg trúgvi í den grad, at fólk í Føroyum eru plágað av einsemi og myrkum tonkum. Serliga í vetrarmánaðunum, sigur hon.

 

Les fullu samrøðuna við Mariu Winther Olsen í Vikuskiftis Sosialinum.