Spælibussur vitjar KFUM og K

Tað er ein 10 m. langur bussur, sum er umbygdur innan til at vera ein spælibussur serliga fyri børn í aldrinum 5-12 ár.

Frá førara-setrinum heilt aftur í rumpuna á bussinum er ein tunnil, sum børnini grulva ígjøgnum. Í tunnlinum eru eisini spegl og ljós. Tey koma frá tunnlinum inn til eitt rúm har tey spæla kodda-kríggj. Tað er eisini borð, har børnini tekna og mála. Vit ganga síðan millum børnini og tosa við tey.

Tað er KFUM og KUFK í Danmark, ið eigur hendan bussin. Í 3 ár hevur bussurin koyrt runt í Danmark. KFUM og KFUK í Havn hava fingið bussin til okkara bý í tíðarskeiðnum 28. sept. til 9. oktober 1998. Endamálið við at hava fingið bussin heim til Føroyar er at gera KFUm og KFUK meiri sjónligt og kent fyri børnunum og foreldrum teirra. At tey fáa at vita, hvat vit hava til teirra. Og at tey fáa positiva hugsan um KFUM og K.

Ætlanin er at vitja allar skúlarnar í Havnini og bert 1.-3. flokk, tí at tíðin ikki gevur rúm til meiri. Tvs. øll í hesum aldrinum í Havn koma at royna hendan bussin. Vit hava longu vitja onkran skúla, og børnini eru púra vill við bussinum, og elska hann simpulten. Vit taka ein flokk í senn, og tá ið tey hava roynt bussin, so fáa tey seðil, har tað stendur hvat er í KFUM og KFUK fyri tey. Hetta hevur longu givið effekt.

Í bussinum sjálvum hava vit ikki nakra boðan, men tey møta bert okkum, ið eru við KFUM og KFUK og hava tað stuttligt við bussinum. Men tey fáa innbjóðing til okkara regluligu tiltøk, og har kunnu tey koma og fyrst og fremst hoyra um Gud og Jesus úr Bíbliuni og syngja saman, men so síðan at gera ymisk spennandi ting. T.d. gera vit okkurt handaligt, sum børnini fáa heim við. Vit smíða eisini. Tað er spennandi eisini fyri teir størru dreingirnar.