Jan Andreasen, sum so at siga altíð hevur verið miðverji, hevur higartil í ár fyri tað mesta verið á KÍ miðvøllinum. Sunnudagin skoraði hann síðsta málið í 3-0 sigrinum.
- Vit eru tvey stig frá toppinum, og vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir. Kanska kundu vit havt vunnið størri sigur hesa ferð, men 3-0 er í lagi.
- Allir taka uppgávuna í stórum álvara, og disiplinin er góð. Spælið hevur ikki verið so ógvuliga gott. Í løtum var tað gott hesa ferð, og tað fer ivaleyst at batna, heldur Jan Andreasen, sum saman við hinum í KÍ nú gleðir seg til ferðina á turrum og í bussi allan vegin út á Svangaskarð.