Spælið er betrað

Hóast nógv varð tosað um lagnudyst hjá VB/Sumba, so vildi Birgir Jørgensen ikki kasta alla vón fyri borð, tá tað bert bleiv til javnleik á Argjum.

- Fyrst og fremst, so fáa vit eitt stig á útivølli, og tað er so fyrstu ferð í ár. Men hartil so haldi eg eisini, at vit spæla munandi meira nú, enn vit hava gjørt. Sjálvandi er tað trupult at hóma bjargingina, tá vit enn eru langt frá niðurflytingarstrikuni, men tað gongur avgjørt rætta vegin. Næstu ferðina hava vit KÍ, og tann dysturin verður eisini týdningarmikil, staðfesti Birgir.