Spældu við eitt ótakandi lið

1.037 áskoðarar høvdu fríggjakvøldið leitað sær í Gundadal at hyggja at U21-landsliðnum í EM-undankappingardysti ímóti Makedonia. Liðið, sum er klekingarmaskina til okkara flaggskip, nevniliga A-landsliðið, men gongur á odda hvat úrslitum viðvíkur. Aftur hesuferð prógvaðu teir tað. Teir fingu javnleik 1-1 eftir at hava verið á odda og angað øll trý stigini ímóti einum liði, sum næstan er ótakandi og nú ikki hevur tapt í 16 dystum á rað

Tað er eftir hondini ikki við sørt, at vit av álvara vænta okkum nakað av føroyska U21-landsliðnum. Venj­ararnir leggja nógv fyri og lívga um spæligleði og áræði hjá ungu leikarunum við at krevja stig, og hetta bæði lýsir úr leikarunum og skyggir í okkum áskoðarum. Teir hava eisini gjørt tað áður. Eitt nú við at púra óvæntað koppa russ­isku bjørnini við 1-0-sigri fyri trim­um árum síðani og so sanniliga eisini í longdini við at tryggja Før­oyum metnógv stig í einari undan­kapping.
Vit fingu bara eina staðfesting av, at U21-landsliðið er í allar mátar fyrimyndarligt og gevur okkum eina vónríka framtíð, tá ið teir treisknu, evnaríku og áhaldnu leikararnir til tíðir spældu runt við Makedonia fríggjakvøldið. Úrsitið var 1-1 eftir ein dyst, har Føroyar kom á odda og leingi hevði tamarhald á dystinum og var nær við at fáa øll stigini.
Og tað var ímóti Makedonia, leggið tað til merkis. Eitt lið, sum ikki hevur tapt í nú 16 dystum á rað og fyri tveimum vikum síðani vann 1-0 á útivølli ímóti Hollandi.

Løgdu bragdliga fyri
Føroyska liðið vísti seg at hava hug­savnað seg um spælskipanina fyrstu løtuna, og vísti hetta seg at hepn­ast sera væl, tí at teir hjá Make­donia høvdu ilt við at síggja nøkur op frammi á vøllinum og loyvdi hetta føroysku spælarunum at koma ímillum.
Tað vóru bara tríggir minuttir gingnir, tá ið Føroyar longu høvdu spælt seg til tvey vandamikil inn­legg. Í báðum førunum var tað einsa­malli áleyparin, Jóan Símun Edmundsson, sum lá framvið. Fyrst gjørdi hann málspark mótvegis málmanninum, og í aðru atløgu var hann um reppið at fáa eitt rimmar skot á bóltin, men hann rakti ikki.
Makedonia byrjaði at seta seg meiri og meiri á spælið, og eftir 11 minuttum høvdu teir fyrstu skot­royndina. Talan var um eitt for­kølað langskot, sum Kristian Joensen í føroyska málinum ongar trupul­leikar hevði av at bjarga.
Eftir hetta dovnaði spælið nógv og tað var sum áskoðari ikki nøk­ur fragd fyri eygað. Ein fragd fyri eygað var tað tó at síggja spæli­skipan føroyinga rigga væl, har javnan menn fóru úr verjuni niðan á miðvøllin at leggja trýst á, fyri síðani at ein miðvallari loysti av í verj­uni. Samstarvið var fyri­myndar­ligt og var tað við til at halda Makedonia fullkomiliga frá vanda­støðum.

Risa møguleiki
Eitt, sum kanska er eitt ov føroyskt fyribrigdi, er, at føroysku liðini detta burtur ímillum í dystinum. Hetta hendi to als ikki fyri føroyska U21-landsliðið henda dagin, sum var sera hugagott allan hálvleikin á tamb og røkti sínar skyldur.
Tá ið hálvur tími var leiktur, fekk Føroyar størsta møguleikan í dyst­inum. Gilli Sørensen, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson stóðu fyri frálíkum samanspæli, sum endaði við, at Jóan Símun slapp at standa rímiliga leysur í felt­inum, og skotið, sum annars ikki fekk nógva ferð á, fór ein hálvan metur við síðuna av málinum.
Fimm minuttir seinni svaraði Makedonia aftur við sínum besta mál­møguleika, men skotið hjá Aleksandar Trajkovski úr 20 metr­um feyk beint framvið stongini.
Føroyar fekk sera nógv fríspørk á miðjum vølli, sum dómarin í alt ov stóran mun loyvdi. Serliga fekk Samir Fazli langa linju og hevði sam­bært almennu hagtølunum framt seks fríspørk tá ið 35min. vóru leiktir. Øll hesi fríspørkini valdu Føroyar at senda langt inn í feltið og úrslitaleyst hvørjaferð. Verjan hjá Makedonia var nevniliga stór og sterk og vann so at siga allar luft­bóltarnar.
Løtuna til hálvleiks otaðu make­donar seg longri og longri fram og høvdu onkrar smærri mál­møguleikar, men Kristian Joensen varð ongantíð av álvara royndur og hálvleiksstøðan gjørdist púra í tráð við leikgongdina málleys 0-0.

Undrunarvert mál
Sum eitt skot úr bláari luft kom fyrsta málið, og tað var til Føroyar! Níggju minuttir inn í seinna hálv­leik spældi Kire Ristevski til sín egna málmann, og júst í tí at mál­maðurin, sum eitur Filip Gachevski, skuldi steðga bóltinum, datt hann. Bólturin rullaði í málið og so var 1-0 til Føroyar!
Hetta lívgaði um teir føroysku leikararnar, sum annars løtuna und­an vóru ávegis í tómgongd.
Eitt korter fyri leiklok fekk júst innskifti Ilija Nestorovski ein risa møguleika, men hóast leysur í feltinum, so fekk skotið ov lítla ferð og fór beint framvið málinum. Hesa løtuna stríddust føroyingarnir fyri at stilla seg rætt á vøllinum. Tað tóktist eins og teir bæði kropsliga og sálarliga vóru troyttir og gjørdu fleiri mistøk. Venjararnir valdu eis­ini at gera útskiftingar og settu teir Høgna Eysturoy og Heina Vatnsdal á vøllin fyri ávikavist Klæmint Olsen og Róald Jakobsen.
Í 77. minutti helt ikki longur hjá føroysku verjuni. Makedonar høvdu spælt seg inn í vinstru síðu í feltinum, verjan fekk ikki ruddað nógv væl burtur og ein leysur Ilija Nestorovski setti bóltin í nettakið til 1-1.
Átta minuttir fyri leiklok fekk Hallur Hansson ein risa møguleika, tá ið hann varð spældur púra leysur av Høgna Eysturoy, men skotið endaði mitt á málverjanum. Hesa løtuna bardust føroyingarnir væl og góvu tað síðsta, teir áttu, og førdi hetta eisini til, at teir megnaðu at leggja trýst á Makedonia.
Bara tveir minuttir seinni var aftur sentimetrar frá, at Føroyar løgdu seg á odda, men stútarin hjá Rógva Holm eftir eitt langt innkast endaði í síðunetinum.
Tríggjar minuttir fyri leiklok var Samir Fazli um at stjala sigurin fyri Makedonia, men hóast hann stóð eins væl fyri sum tann, ið stóð fyri útjavnandi málinum, so endaði skotið væl omanfyri málinum.
Tað gekk á bæði málini hesa síðstu løtuna, og ein minutt fyri leik­lok var Jóan Símun Edmundsson sera nær við at fáa skot á bólt­in í feltinum eftir eitt gott frí­sparks­innlegg.
Hóast tað kom rættiligt lív í og sigurin kundi farið báðar vegir seinastu løtuna, so samdust lið­ini um ein javnleik, sum útfrá leik­gongd­ini var á einari heilt góðari leið og bæði liðini kundu vera nøgd við, men neyvan hevði Makedonia und­an dyst­inum verið nøgt við eina stigið.

Leikbann ímóti Serbia
Næsta uppgávan hjá føroyska U21-landsliðnum verður longu í annað­kvøld, týskvøldið kl.19 á Ovara Vølli, tá ið oddaliðið Serbia kemur á vitjan. Til dann dystin hava tveir føroyskir leikarar leikbann. Teir eru Karl Løkin og Klæmint A. Olsen, sum báðir byrjaðu inni ímóti Make­donia.
Tískil skulu U21-venjararnir nú finna í øllum førum tveir aðrar leikarar í byrjunaruppstillingina, men teir kunnu ugga seg við, at hóp­urin er breiður og kappingin um pláss­ini beinhørð.