Spældu væl hóast tap

Venjarin hjá ÍF, Àbraham Løkin var stórt sæð nøgdur við leikliga avrikið hjá sínum monnum, hóast ÍF heldur ikki rakk steypasigrinum á hesum sinni. – Eg haldi, at vit fyri sovítt spæla ein góðan dyst, men vit megna ikki at avgera hann til okkara fyrimun, so eg eri sjálvsagt vónbrotin, tá saman um kemur. Spurdur um tað var rutinan, sum manglaði í teimum avgerandi løtunum, svaraði Ábraham: -. Tað kann ein kalla tað, men ein kann eisini kalla tað hepnið hjá teimum. Tá bólturin er beint uttanfyri, heldur enn beint innanfyri málið, so vinnur ein ikki nakran dyst. Tá ein fær so nógvar málmøguleikar í einum dysti, og ikki skorar, ja so tapir ein dystin. Spurdur um hvat hann helt fattaðist tað síðsta korterið, fyri at leggja eitt veruligt trýst á EB/Streym, svaraði Ábraham, at tað bar heldur ikki til at satsa óneyðuga nógv: - Eg helt, at vit høvdu nóg mikið av fólki har uppi, og nóg mikið av málmøguleikum til at avgera dystin. At blaka alt fólkið inn í brotsteigin og bara gúppa, tað hava vit roynt áður, og tað hevur ikki eydnast, so eg helt ikki, at tað var loysnin, staðfesti Ábraham Løkin.