Spældu í tveir dagar

Champions League-finalan í Moskva var í fleiri mátar søgulig. Ein av mongu orsøkunum var, at hetta var fyrsta europiska finalan, sum varð spæld tvørtur um tvey samdøgur. Milliardainntøkurnar av sjónvarpsrættindum gera sítt til, at stóru dystirnir í Europa altíð skulu spælast 20.45 CET. Í Moskva er tíðin tó tveir tímar framman fyri hetta, og tí var klokkan nærum tvey á nátt, tá Manchester United loksins fekk handað steypið við stóru oyrunum.