Spældu meira frígjørt í triðja setti

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Eyð G. Magnussen er ótrúliga fegin fyri undankappingina, hóast tap í seinasta dystinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Eyð G. Magnussen á Rás2, aftaná 1-3 tapið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti í EM/HM undankappingini, sum hevur verið í høllini á Hálsi í Havn seinastu dagarnar.

 

Eyð G. Magnussen ásannar, at talan var um eitt sterkt kypriotiskt lið, og hon hevur stóra virðing fyri hvussu væl tær kypriotisku samlaðu bóltarnar upp, serliga var libero-spælið hjá Kýpros ein uppliving.

 

Eyð G. Magnussen heldur, at í triðja settinum vísti føroyska liðið sannar dygdir. Orsøkini til, at tað gekk so væl í triðja setti heldur Eyð G. Magnussen verða, at tær spældu frígjørt, og tað gjørdi mun.

 

Eyð G. Magnussen er ovurfegin um upplivingina at hava spælt EM/HM undankapping á heimavølli, og slær fast, at næstu ferð verður tað ikki Kýpros, men Føroyar, sum eisini vinna seg víðari í HM kappingini.