Spældu illa men stríddust væl

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl heldur, at tað vóru nøkur troytt bein ið bóru sigurin heim

Tað koyrir sum eftir ánni hjá Suðringum, og í dag vann felagsliðið aftur. Í dag vunnu Suðringar góðan 3-0 útisigur á 07 Vestur vesturi í Sørvági.

 

Sigurin merkir, at Suðringar eru tvey stig røttumegin niðurflytingarstrikuna við 10 stigum.

 

Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl heldur, at talan var um nøkur troytt bein ið stríddu sigurin heim. Suðringar vóru á útivølli og vunnu 2-0 á Víkingi í kappingini um løgmanssteypið fyri bara trimum døgum síðani.

 

Glenn Ståhl heldur ikki, at leikliga dygdin var góð í dag, men liðið stríddist væl, og hann fegnast um enn ein sigur.

 

Um lutakastið í morgin sigur Glenn Ståhl, at tað er líkamikið fyri hann um Suðringar møta HB, B36 ella AB í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Glenn Ståhl fyrr í kvøld.

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við áleyparan hjá 07 Vestur, Jón Krosslá Poulsen hoyrist HER