Spældu bara í eina lítla løtu

KÍ kvinnurnar hava í dag fingið handað FM steypið og gullkrónurnar. Tað vóru Rúni Heinesen og Magnus á Stongum, limir í starvsnevndini hjá FSF, sum stóðu fyri handanini í Klaksvík.

KÍ kvinnurnar, sum mánadagin við 4-0 sigri á Argjum tryggjaðu sær FM heitið, høvdu vitjan av Skála, og áskoðararnir fingu ikki høvi at síggja óføru kvinnurnar skjóta mál og vinna.

Fyrsta bríkslið var klokkan 12.00, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, bríkslaði dómarin, Elsa Andreasen, fyri síðstu ferð. Hon metti, at tað ikki vóru líkindi at spæla. Tá var støðan framvegis málleysur javnleikur.

- Hetta var eitt sindur endaleyst. Vit hildu ikki, at veðrið var so vánaligt. Hvirlurnar komu inn eftir vánni, og tí var tað góð lívd á vøllinum. Um sammett verður við síðsta sunnudag á Argjum, so var veðrið í dag so nógv betri, sigur Malena Josephsen, liðformaður hjá KÍ, sum saman við liðfeløgunum í dag hevur fingið 10. gullkrónurnar á rað um hálsin.