Spældi við brotnum gaggum

EB/Streymur spældi langt frá upp til sítt besta í gjár, og ein av teimum leikarunum, sum var merkiliga lítið sjónskur í mun til vanligt, var Hans Pauli Samuelsen.


Sjáldan royndi hann at bjóða av, og tá hann so royndi seg, misti hann bóltin. Ikki nakað, sum plagar at koma fyri hjá Hans Paula Sameulsen, men nú vita vit hví.
Hans Pauli Sameulsen spældi við brotnum gaggum at kalla allan dystin. Í samband við eitt fríspark í fyrra hálvleiki, har Hans Pauli skuldi skjóta, gleið hann, og tá brotnaðu tveir teir aftastu dobbarnir av, so restina av dystinum spældi víkamaðurin við eini heilari gaggu á vinstra fóti og eini hálvari á høgra fóti.