Spældi saman við Juninho

Hóast hann tvær ferðir uppá seks dystir hevur skorað hattrikk, og hevur evnir framum flestu av fótbóltsleikarunum í Føroyum, hevur Anderson Castillo ongar ætlanir um at leita sær til útlendskan fótbólt

Fótbóltur

 

24 ára gamli Anderson Castillo byrjaði at spæla fótbólt sum 6 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Brasilia í einum lítlum býi við navninum Bonito Emes. Á yrkisleið síni sum fótbóltsleikari hevur hann prøva mangt og hvat, og í dag spælir hann við NSÍ. Í Føroyum følir hann seg heima, og her hevur hann ætlanir um at verða.

Sjálvur sigur Anderson seg trívast væl í Føroyum. Hann heldur støði á fótbóltinum vera gott, men høvuðsorsøkin til trivnaðin er ein onnur.

- Eg havi eg nógvum at takka. Vinir, liðfelagar og venjarar hava hjálpt mær væl við at fella til, sigur Anderson.

 

Virðir føroyskan fótbólt

Hóast hann hevur leikt í bestu deildini í Brasilia og í Belgia, metir hann ikki føroyskan fótbólt standa langt aftanfyri hansara fyrrverandi støði.

- Allar deildir hava sína styrki, men her í Føroyum er leikferðin høg og menn eru sterkir, sigur Anderson, sum sjálvur eisini er kendur sum ein sera sterkur leikari.

Í samrøðuni er brasiliumaðurin bæði blíður og týður. Ikki dámar honum væl at rósa sær sjálvum, tá ið vit spyrja hann, um hann altíð hevur verið ein slíkur málslúkari.

- Nei, tað haldi eg ikki, sigur hann, og heldur heldur fram at fortelja um síni fótbóltsár sum yngri.

 

Tekur dystirnir á video

Tá ið Anderson rennur á heimavøllin við Løkin í Runavík, verður hansara avrik tikið uppá band. Tað er hansara eldri bróður, Alexander, ið er myndamaðurin.

- Vit gera tað fyri at kunna vísa mínari familja og vinum heima í Brasilia, hvussu eg klári meg her í Føroyum, sigur Anderson.

Alexander Castillo spælir eisini fótbólt. Hann leikar við besta liðnum hjá B68, sum liggur ovast í næstbestu deildini.

 

Leikti við stjørnum

Tá ið Anderson sum 17 ára gamal slapp at royna seg á besta liðnum hjá Vasco da Gama, fekk hann samstundis møguleikan at spæla á einum liði við heimskendum nøvnum. Ein av viðspælarunum tá var Juninho Pernambucano, sum í dag er fastur maður á brasilska landsliðnum, umframt at vera lyklaleikarin hjá fronsku meistarunum úr Lyon.

Venjarin á liðnum var heldur ikki ein og hvør. Venjarin ber navnið Joel Santana, og er millum kendastu og hægst virðismettu venjararnir í Brasilia nakrantíð. Hann hevur verið venjari hjá flest øllum liðum í Brasilia, og hevur heili trý skifti verið venjari hjá Vasco da Gama. Í løtuni er hann venjari hjá brasilska stórfelagnum, Fluminense.