Spælarnir krevja Frem á húsagang

Spælarnir hjá Frem hava spælt tríggjar dystir uttan løn, og tíma nú ikki at spæla fyri einki meira

Fótbóltur

 

Spælarnir í danska 1. deildarfelagnum, Frem hava nú kravt felagið á húsagang.

Talsmaðurin hjá Frem-spælarunum, Tim Ilsø sigur við Ekstrablaðið, at teir hava fingið játtað frá Frem, at lønin teir eiga til góðar kemur, men teir hava einki sæð til nakran pening, og tolið hjá spælarunum er nú uppi. Spælarnir góvu felagnum eina viku til at fáa lønina og eina bjargingarætlan uppá pláss.

Tann freistin er nú farin, og tí hava spælarnir kravt felagið á húsagang. Spælarnir vóna tó kortini, at tað eydnast at bjarga Frem frá húsagangi, so teir kunnu fáa sína løn, og varðveita síni størv sum løntir fótbóltsspælarar í felagnum. Men sum støðan er, so ynska teir ikki at spæla fyri felagið, uttan at fáa løn.

Fakfelagið hjá fótbóltsspælarunum, Spillerforeningen sigur í einum tíðindaskrivi, at Frem-spælarnir fara frá fríggjadegi 12. juni at rokna, ikki at arbeiða fyri Frem meira, tí teir hava ikki fingið løn fyri mai-mánað, og hava onga trygd fingið fyri lønini, sum teir eiga fyri juni-mánað. Spillerforeningen fer nú at hjá Frem-spælarunum at melda síni samlaðu krøv til Lønmodtagernes Garantifond. Fer Frem á húsagang, so verður felagið tvangsflutt niður í Danmarkarseriuna.

Høvdu vónað eina viku

Leiðslan í Frem hevði vónað, at spælarnir vildu givið teimum eina viku meira, áðrenn teir fóru at krevja felagið á húsagang.

- Vit bóðu spælarnar um at fáa eina viku, nú vera vit noyddir at klára alt uppá eitt samdøgur. Men megna vit at skava peningin saman, so vænti eg, at spælarnir eru til reiðar at taka ein nýggjan fund við okkum, har teir kunnu hoyra um okkara bjargingarætlan, sigur stjórin í Frem, Hans Hermannsen til DR. Frem manglar umleið eina miljón krónur, men bæði viðhaldsfólk og lokala vinnulívið í Valby hava teir seinastu tvær vikurnar gjørt eina stóra innsavnan, í einari roynd at bjarga Frem undan at fara á húsagang.

- Her koma nógvar góðar upphæddir inn á bók hvønn dag, so útlitini eru góð. Tað eru eisini mong vinnulívsfólk, sum enn hugsa um at fara inn og hjálpa okkum, greiðir Hans Hermannsen frá. Hann staðfestir, at leiðslan ætlar at stríðast til tann seinasta vónin er brostin. Hermannsen sigur seg skilja støðuna hjá Frem-spælarunum. - teir hava jú spælt gratis í tríggjar dystir, staðfestir hann.