Spælararnir stuðla Faxe

Tað gongur heilt illa hjá danska felagnum Randers FC i superliguni. Felagið, sum áður hevur gjørt um seg væl uppi á stigatalvuni liggur eftir 11 umfør aftast í superliguni, og stólurin undir venjaranum John Faxe Jensen er glóðheitur. Hjálparvenjari hjá honum er fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen. Nú siga spælarar, at teir stuðla venjaranum, hóast tað hevur gingið trupult.