Spælararnir sleppa ikki at úttala seg

Spælararnir hjá SønderjyskE hava fingið munnkurv meðan sak koyrir mótvegis felagnum, um felagið sunnudagin tapti við vilja ella ikki

Tað var heldur illgrunasamt, tá ið SønderjyskE í seinasta dystinum í Superliga-grundspælinum leygardagin tapti 2-1 ímóti FC Midtjylland við einum máli, sum FC Midtjylland skeyt í 89. minutti.

 

Orsøkin til, at tað er illgrunasamt, er tí at tapið hjá SønderjyskE tryggjaði teimum pláss í tí eina av tveimum bólkunum um yvirliving og niðurflyting, har teir hava betri útlit til at klára seg væl.

 

Les eisini: Lótu teir seg tapa?

 

Í dag hevur SønderjyskE valt at geva øllum spælarunum í felagnum forboð fyri at úttala seg um málið, so leingi sum at ivi verður reistur um, um felagið hevur tapt við vilja ella ikki. Tað boðaði itróttarstjórin í Sønderjyske, Hans Jørgen Haysen, í dag frá fyri donsku heimasíðuni Tv3Sport.

 

-       Samrøður við okkara spælarar eru ikki ein møguleiki í løtuni. Spælararnir skulu verjast. So leingi, sum ein sak koyrir mótvegis okkum, skulu spælararnir á ongan hátt útstillast. Tað eru teir í ríkiligan mun í forvegin, eftir tað sum hendi í dystinum móti FC Midtjylland, sigur Hans Jørgen Haysen.

 

Tað sokallaða disciplinærinstansið hjá DBU kannar í løtuni, um SønderjyskE tapti við vilja móti FC Midtjylland sunnudagin. Enn veit eingin, nær dómur fellur í málinum.