Teir 25 spælararnir í hópinum hjá NSÍ skulu laða garðar fyri Runavíkar kommunu. Tað visti Kringvarpið at siga í tíðindunum á døgurða í dag.
Tað er kendi liðskiparin í felagnum, Klæmint A. Olsen, sum vegna hópin hevur spurt kommununa um tað er nakað, sum teir kunnu hjálpa við, nú støðan er so nógv broytt við koronasmittuni. Millum annað skuldi fótbóltskappingarárið byrja fyrst í marsmánaði, men tað var av ongum.
Komandi leygarnar dagarnar fara spælararnir hjá NSÍ at verða partur av eini royndarskipan, har teir skulu laða gomlu grótgarðarnar uppaftur. NSÍ hevur ikki sent sínar spælarar í ALS. Av tí, at vit eru í einum fíggjarári, verður hetta ein royndarskipanin, sum verður fíggjað umvegis kontuna, sum eitur fornminni, skrivar kvf.fo.