TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Lars Olsen sum sá sínar menn spæla javnleik 1-1 ímóti Kosovo á Tórsvølli fyrr í kvøld.
Lars Olsen er leikliga nøgdur við góða liðavrikið, men hann leggur eina við, at hann er ongantíð heilt nøgdur fyrrenn hann hevur vunnið.
- Spælararnir arbeiddu steinhart og høvdu hjartað við. Tað liggur í føroyska DNA´num, at ein stríðist til ein næstan smellur um, sigur Lars Olsen.
Landsliðsvenjarin fer eftir sigrum í útidystunum í Aserbadjan og á Malta, og so má tíðin bara vísa hvussu langt tað røkkur á stigatalvuni.