Spælarar knústu og stjólu frá Toda

Minni enn eitt samdøgur eftir at Todi Jónsson boðaði almenninginum frá, at hansara framsøkna FC Amager prosjekt fór at verða lýst á húsagang, flokkaðust fólk um felagshúsið hjá Fremad Amager.

 

FC Amager hevur leikt í loyvinum hjá Fremad Amager, og tað 99 ára gamla felagið hevur tí verið høvuðskvarter hjá teirri nú kollsigldu fótbóltssatsingini, ið bert varð lív lagað í 9 mánaðir.

 

Tá Todi Jónsson eftir fyrrapartsvenjingina hevði kunngjørt fyri leikarunum, at hann íg gjár fór at lýsa felagið á húsagang, reageraðu teir natúrliga nokk við frustreraðum útbrotum, eiðum og forbannilsum.

 

Nakrir av spælarunum vóru tó ikki nøgdir við munnligu útbrotini. Teir gjørdust púra frá sær sjálvum í einum rúsi av herverki og tjóvaríi í skiftingarrúminum.

 

Skáp vóru brotin upp, alt innan úr teimum, ítróttarklæði og onnur útgerð, stolin og skiftirúmið, soleiðis sum myndin frá Ekstra Bladet eisini vísir, næstan lagt oyði.

 

Serliga er tjóvaríið eitt álvarsmál, tá tað hvørki eru leikararnir ella FC Amager, ið eiga útgerðina, men klædnasponsorin hjá felagnum, Kelme.

 

Tjóvaríið og herverkið í skiftingarrúminum fekk í gjár formannin í Fremad Amager, Erik Truelsen, og nevndarlimin í FC Amager, Karsten Østergaard, at ávara leikararnar um møguligar revsingar.

 

- Eg hevði skilt tað, um teir sparkaðu til beinkirnar og vóru súrir og ørir. Tað vildi verið ein natúrlig reaktión, men hetta, tað er sgu ikki natúrligt, sigur Karsten Østergaard.

 

Felagið umhugsar at melda leikararnar til løgregluna.