Enska blaðið The Sun veit at siga, at stóru stjørnurnar hjá enska felagnum Chelsea eru alt annað enn fegnar um, at Mourinho er farin og enn argari um, at Avram Grant er settur sum nýggjur venjari.
Tað kom fram eftir venjingina í gjár. Tá hildu Avram Grant og hjálparvenjarin Steve Clarke taktikkfund við spælararnar um komandi dystin móti Manchester United, men hesin fundur vardi minni enn hálvan tíma. Eftir hetta kallaði liðformaðurin John Terry spælararnar saman, og á hesum fundinum gjørdu fleiri av spælarunum vart við ónøgd sína.
Mest harðmæltir vóru Didier Drogba, Florent Malouda og Ashley Cole. Teir vendu øði síni bæði móti at Chelsea hevur latið Mourinho fara, og at nýggi maðurin í venjarasætinum er Avram Grant.
Hetta svarar illa saman við útsagnunum hjá stjóranum í Chelsea, Peter Kenyon, um, at spælararnir taka hundrað prosent undir við Grant.
Annars visti danska Tipsbladet í gjár at siga, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn júst Drogba fer úr Chelsea.










