TB boðar í dag á heimasíðuni frá, at Rógvi Joensen og Poul Ingason hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár, meðan Jón Johannesen verður høvðusungdómsvenjari hjá TB.
Bæði Rógvi Joensen og Poul Ingason eru uppvaksnir í TB. Rógvi Joensen er miðvallari, sum hevur spælt á U21 landsliðnum og hevur fyrr verið settur í samband við B36. Hann hevur verið darvaður av skaða farna kappingarár.
Poul Ingason skifti í summar í fjør aftur til TB, eftir at hava verið hálvt triðja ár í útlegd í HB. Her kom hann seg ongantíð ordiliga, hóast hann í løtum vísti styrki. Hann skoraði í fjør fýra mál í tíggju dystum fyri TB.
Tað er eisini greitt, at Jón Johannesen verður høvðusungdómsvenjari í TB, sum framvegis er sjálvstøðugt felag í ungdómsdeildunum. Enn er ongin høvðusvenjari settur fyri felagsliðið, eftir at millum annað Atli Eðvaldsson ikki tók av tilboðnum um venjarastarvið.