Spæla við eld

Tá ísraelska stjórnin er farin at gera broytingar í spurninginum um Jerusalem leggur hon eisini upp til konfrontatión við arabar, sum eins og jødar eisini meta Jerusalem sum teirra heilaga bý. At fremja kolveltandi einvísar broytingar her er sum at tendra í eina krúttunnu

HÓAST nokk er at tríva í og viðmerkja til heimligu viðurskiftini, so hendir eisini nógv á altjóða leikpallinum, sum er vert at tríva í og gera viðmerkingar til.


SEINASTU tíðina hevur verið gjørt rættiliga nógv burtur úr ætlanini hjá ísraelsku stjórnini at víðka um Jerusalem. Ætlanin hjá høgravendu stjórnini er at taka fleiri av umliggjandi økjunum uppí Jerusalem. Hetta hevur fingið arabiskar stjórnarleiðarar at taka harðliga til orðanna ímóti ætlanunum hjá ísraelsku stjórnini.


Á einum fundi á hægsti stigi millum fleiri arabisk lond, og har palestinarar eisini vórðu umboðaðir, varð gjørd ein felags samtykt, har ætlanininar hjá stjórnini í Ísrael at víðka um mark Jerusalems verða koldømdar og heitt verður á ísraelska forsætisráðharran um at taka hesar ætlanir aftur.


ÍRSAELSKI forsætisráðharrin er avgjørdur, eisini í hesum málinum, og hevur svarað, at hann ætlar sær ikki at broyta avgerðina. Sami persónur hevur annars í longri tíð verið orsøkin til rættiliga stóra misnøgd eitt nú í USA, sum annars veitir Ísrael stóra fíggjarliga og hernaðarliga hjálp. Amerikanarar halda, at ísraelska stjórnin er í ferð við at forkoma friðarætlanini, sum varð sett út í kortið á sinni. M.a. hevur stjórnin ikki viljað góðtakið, at hersett øki verða latin palestinum aftur.


AT nema viðspurningin um Jerusalem og fremja einvísar broytingar har, sum um talan var um, at býurin einans er jødisk ogn, er at spæla við eld. Tí vit øll vita, at ikki bert jødar men eisini kristin og muhamedanar meta Jerusalem sum teirra heilaga bý. Tí vilja broytingar í sambandi við Jerusalem verða at meta sum at tendra í eina krúttunnu. Hetta veit ísraelska stjórnin og átti hon ikki í núverandi støðu at framprovokerað eitt stríð millum jødar og kristin øðrumegin og muhamedsfólk hinumegin. Jerusalem eigur framhaldandi at vera ein fleirreligióna býur. Tað fer at tæna øllum pørtum best. Tí spælir ísraelski forsætisráðharrin við eld, tá hann nú so smátt er farin at fremja kolveltandi broytingar, sum koma at broyta status hjá Jerusalem.