Spæla um keisarans skegg

Mánadagin fer Rógvi Jacobsen hjá KÍ til Noregs, har hann skal royndarvenja við Sogndal

Í morgin verður síðsti landskappingardysturin í hesum kappingarárinum spældur í Klaksvík. Tað er so langt síðani, at teir í KÍ staðfestu, at møguleikin var burtur fyri endurtøku av sama róminum kring vøllin, sum var, tá kappingarárið í fjør endaði.

Í fjør oysregnaði, tá síðsti dysturin varð spældur í Klaksvík. Tá stóð vøllurin undir í vatni. Einki er gjørt við vøllin enn, men higartil í ár hevur tað spælt sera væl av. Tað hevur so at siga ikki regnað teir sunnudagarnar, tá KÍ hevur havt heimadyst í landskappingini.

Tá sandoyingar í morgin koma til Klaksvíkar, hevur heimaliðið ikki annað enn æruna at spæla fyri. Klaksvíkingar eru dotnir niður á sætta plássið. Við sigri á B71 og FS Vágum er møguleiki fyri, at teir kunnu vinna seg fram á 4. plássið. Men teir hava ikki møguleika at vinna pláss í Europa Cup ella Intertoto Cup.

Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir, sum hava verið við tær seinastu vikurnar. Niclas Niclassen var leikbannaður, tá KÍ var í Sumba.

Sambært Norðlýsinum í gjár verður dysturin í morgin tann síðsti í hesum kappingarárinum hjá Rógva Jacobsen. Hann fer í morgin til Noregs, har hann skal royndarvenja í Sogndal í tíggju dagar. Tað vil siga, at Rógvi verður ikki við, tá KÍ komandi leygardag rundar kappingarárið av í Sørvági.

Tað er ikki greitt, um teir tríggir útlendsku KÍ spælararnir aftur komandi ár fara at spæla í Klaksvík. Men vit skilja á lagnum, at tað er væl hugsandi, at dysturin í morgin verður tann síðsti í Klaksvík hjá onkrum teirra.


Ikki heilt leysir

Sandoyingar hava allar menn tøkar í morgin. Eingin er leikbannaður. Einasti skaðin er vøddaskaðin, sum longu í 1. hálvleiki noyddi Michael Jørgensen at taka seg burturúr í Sørvági. Í gjár roknaðu teir í B71 við, at danin verður tøkur í morgin.

Tað er framvegis møguleiki fyri, at B71 skal flyta niður. Støðan kemur í, um sandoyingar einki stig fáa í tveimum teimum seinastu umførunum, og um FS Vágar og Sumba fáa fleiri stig. Við gongdini higartil í ár í huga, má metast, at tað skal vilja illa til hjá B71, um tað endar við, at teir flyta niður.

Í fjør vann KÍ 3?1 á B71 í Klaksvík, í 1997 var úrslitið 5?2 og í 1996 4?0. B71 var í 2. deild í 1998. Í 1995 vann B71 3?1 í Klaksvík.

jh