Spæla um finalupláss

Steypakappingin kvinnur: Fyrru hálvfinalurnar verða í dag í Eysturoy. Hósdagin 4. august verður finalan í steypakappingini hjá kvinnum spæld í Klaksvík.

Hvørjir luttakararnir verða í finaluni verður avgjørt í tveimum hálvfinaluumførum. Tað fyrra er á skránni í dag, og tað seinna verður mánadagin 13. juni ella 2. hvítusunnudag.

Klokkan 13 í dag hittast Skála og AB á Skála. Hesi bæði liðini hava fyrr í ár dystast tvær ferðir í landskappingini, og AB hevur verið greitt omaná: 10. apríl í 2. umfari var úrslitið á Skála 4-0 til AB, og 29. mai í 8. umfari vann AB 6-1 á Argjum.

Klokkan 19 í kvøld hittast Víkingur og KÍ í Gøtu. Í teimum báðum innanhýsis landskappingardystunum higartil í ár hevur KÍ verið omaná, men munurin hevur ikki verið so stórur, sum hann hevur verið millum AB og Skála: 10. apríl í 2. umfari var úrslitið í Klaksvík 2-1 til KÍ, og 29. mai í 8. umfari vann KÍ 4-1 í Gøtu.

Magnus Jørmundsson verður dómari á Skála seinnapartin, og Dánjal M. Joensen verður dómari í Gøtu í kvøld.