Føroyar vóru í bólki við Noregi og Onglandi. Fyrsti dysturin var fríggjamorgunin ímóti Noregi. Dysturin byrjaði sera væl hjá okkum, og Noreg var rættiliga í trupulleikum. Vit vóru frammanfyri 18-11, og alt sá út til at eydnast. So hendi tað, sum onkuntíð hendur: Alt støðgaði upp. Móttøkan hjá okkum miseydnaðist fullkomuliga, og so galið gekk, at Noreg vann settið 25-18. Sama gongdin vísti seg í hinum báðum settunum. Føroyska spælið fekst ikki á glið aftur. Serliga var trupult at fáa móttøkuna at liggja.
Tað var tí trýst á føroyksa liðnum til dystin leygarmorgunin ímóti Onglandi. Tann dysturin skuldi vinnast, skuldi vónin um heiðursmerki liva. Frá fyrsta bríksli var eingin ivi her. Burtur sæð frá eini heldur veikari løtu í 2. setti, so áttu føroysku genturnar dystin, og vunnu hann sannførandi 3-1. Føroyska liðið endaði tí nr. 2 í bólkinum og skuldi so spæla ímóti Svøríki, sum vann sín bólk lætt.
Tað var tó ongantíð nakar ivi um, at Svøríki var sterkari, og føroyska liðið var alla tíðina undir stórum trýsti. Tað vóru tó løtur, sum ørkymlaðu svenska venjaran so mikið nógv, at hann gjørdist í øðini.
Í hesum dystinum sluppu allar genturnar at royna seg, og tað prógvaði, at styrkin í liðnum er júst breiddin, tí hóast alt liðið í fyrsta setti var skift, so sást tað ikki í spælinum.
Í dag er so Noreg aftur á skránni í dystinum um bronsuna. Vinna okkara kvinnur hendan dystin, verður talan um besta føroyska flogbóltsúrslitið nakrantíð.