Áttandapartsfinalurnar í Champions League í hondbólti verða leiktar í hesum døgum, og eru fleiri spennandi dystir á skránni.
Ein dystur, ið sær spennandi út á pappírinum er dysturin ímillum pólsku og týsku meistararnar, Vive Kielce og Rhein Neckar Løwen.
Men eitt stríð um sjónvarpsrættindi og sponsoravtalur ger at hesin dysturin helst longu er avgjørdur.
Rhein Neckar Løwen spæla nevnliga ein sera avgerandi dyst í týsku Bundesliguni á útivølli móti THW Kiel leygardagin klokkan 15:00, men skulu eisini spæla áttandapartsfinalu í Champions League í Kielce í Póllandi klokkan 17:10 - somuleiðis leygardagin.
Hvørki Bundesligan ella Champions League vilja útseta sín dyst orsakað av at tey hava bundið seg til sponsor- og sjónvarpsavtalu, og allar royndir at finna loysnir eru farnar niðurfyri.
Eftir standa Rhein Neckar Løwen í eini støðu har teir velja at fara eftir triða týska meistaraheitinum á rað, og senda tí eitt lið mannað við eyka- og ungdómsleikarum til Póllands.
Rhein Neckar Løwen var annars mett sum eitt av teimum liðnum, ið kundu gera seg galdandi í Champions League kappingini, hóast teir ikki teljast millum størstu favorittarnar.
Hinvegin eru teir stórir favorittar til týska meistaraheitið aftur í ár, og um teir vinna á THW Kiel leygardagin, er sera sannlíkt at so verður.
Rhein Neckar Løwen stóðu tó eisini í einari líknandi støðu fyrr í kappingarárinum, tá ið teir skuldu spæla tveir dystir innan eitt samdøgur. Tá sendu teir eitt væl mannað lið til seinna dystin móti Barcelona, og megnaðu at fáa javnleik burturúr.
Men hesaferð er støðan enn truplari, og bæði fjepparar av felagnum og hondbóltsfjepparar annars iðra seg um støðuna, nú alt bendir á at eitt stórfelag verður varpað úr Champions League orsakað av klandri um pening og vánaliga fyriskipan.