Spæla týs- og mikukvøld í Havn

HB-AB og B36-B71 vórðu útsettir, tí graslíkið á ovara vølli í Gundadali ikki var klárt at spæla á um vikuskiftið.

Nú er tó ásett, nær spælt verður, og týskvøldið verða tað so HB og AB, sum spæla fyrsta Formula-dystin á nýggja undirlagnum.

Mikukvøldið verða tað so árstalsfeløgini bæði, B36 og B71, sum spæla.

Bæði kvøldini byrjar dysturin klokkan 19.