Fimta umfar í fyrstu deild í fótbólti er á skrá ídag.
Lagt verður fyri longu klokkan ellivu, tá ið tað er oyggjauppgerð á Skála, har næstbesta liðið hjá skálamonnum fær vitjan av besta liðnum hjá ÍF, sum hevur vunnið tvær ferðir, einaferð spælt javnt og tapt ein dyst. Skála er eitt av trimum liðum, sum hevur trý stig.
Suðringar eru á veg í Gundadal, har fyrsta bríksl ímóti HB verður klokkan 13. HB hevur vunnið ein og tapt tríggjar dystir. Suðringar vunnu fyrsta stigið fyri viku síðani í málleysum javnleiki ímóti Giza Hoyvík.
Giza Hoyvík, sum tvær ferðir hevur verið partur av javnleikum, og sum hevur tapt tveir dystir, fer seinnapartin at spæla á Svangaskarði ímóti B68. Toftamenn eru á triðja plássi og harvið á uppflytingarplássi eftir tríggjar sigrar og eitt tap.
Toppliðið KÍ eigur eftir døgurða heimavøll ímóti B71, sum er dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna. Klaksvíkingar hava higartil vunnið úrtøku úr øllum dystunum – tríggir sigrar og ein javnleik. B71 hevur vunnið einaferð og tapt tríggjar ferðir.
Í Gøtu verður grannauppgerð millum Víking og NSÍ. Gestirnir úr Runavík eru ósigraðir og næstfremst – tríggir sigrar og ein javnleik. Víkingur hevur vunnið tríggjar ferðir og tapt ein dyst.
KÍ – B71: Bjarki Danielsen kl. 14.00
Víkingur – NSÍ: Rúni Olsen kl. 14.00
B68 – Giza Hoyvík: Johan Petur Michelsen kl. 16.00
Skála – ÍF: Janus Fossdalsá: kl. 11.00
HB – Suðringar: Áron Sofus Vest kl. 13.00
KÍ | 4 | 3 | 1 | 0 | 15 | 4 | 10 |
NSÍ | 4 | 3 | 1 | 0 | 11 | 6 | 10 |
B68 | 4 | 3 | 0 | 1 | 13 | 7 | 9 |
Víkingur | 4 | 3 | 0 | 1 | 10 | 8 | 0 |
ÍF | 4 | 2 | 1 | 1 | 10 | 6 | 7 |
Skála | 4 | 1 | 0 | 3 | 7 | 6 | 3 |
HB | 4 | 1 | 0 | 3 | 3 | 5 | 3 |
B71 | 4 | 1 | 0 | 3 | 6 | 9 | 3 |
Giza Hoyvík | 4 | 0 | 2 | 2 | 3 | 6 | 2 |
Suðringar | 4 | 0 | 1 | 3 | 1 | 22 | 1 |