Spæla í Sarpugerði

Ein av spurningunum, sum ofta verður havdur á munni til samanleggingar, er, hvar heimavøllurin hjá nýggja felagnum skal verða. Tann spurningin hava kommunurnar í Gøtu og Leirvík tó longu greitt. Við samanleggingini av kommununum varð avrátt, at tær íløgur, sum skulu gerast fyri at halda fast um FSF-góðkenningina av vøllinum, verða gjørdar í Gøtu. So tað verður í Sarpugerði, at Formula-liðið hjá nýggja felagnum fer at halda til.