Tá Víkingur og NSÍ hittast í Sarpugerði í Norðragøtu í morgin, verður tað fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum. Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt upp á vøllin, og hesa tíðini hevur Víkingur spælt sínar heimadystir í Fuglafirði.
Men nú er arbeiðið við nýggja undirlagnum liðugt, og í dag varð vøllurin handaður Eysturkommunu. Nýggi vøllurin er av slagnu Domo Fifa 2 star, og tað er Idé Møblar, sum hevur latið vøllin.










