Spæla ímóti kammeratum

-Tað er stuttligari at spæla ímóti kammeratum enn ímóti telduni, sigur ein av luttakarunum á Net-Upp-teldutiltakinum, sum var um vikuskiftið

Høgni Vesturklett var ein av vinnarunum av Net-Upp, sum Føroya Tele við Bergi Strøm skipaði fyri frá fríggjadegnum til sunnudagin. Høgni Vesturklett spældi á liði saman við tveimum øðrum telduspælarum, og hansara lið vann kappingina, tá spælt varð í strategispælinum Starcraft.
-Eg varð ringdur upp og spurdur, um eg hevði hug at taka lut í teldukappingini um vikuskiftið, tí teir manglaðu ein spælara til liðið, sigur 22 ára gamli Høgni Vesturklett.
-Vit á liðnum høvdu allir royndir í Starcraft, og mótstøðuliðini vóru generelt ikki góð. Tað var lætt. Tað var manglandi mótstøða, sigur Høgni Vesturklett.
Starcraft snýr seg um at samla sær tilfeingi, og so byggja sær ein her. Tann herurin skal so stýrast, og leypast skal á. Hvør spælara hevur sín bý.
-Tað er stuttligt at spæla hesi spølini, men tað er nógv stuttligari at spæla ímóti kammeratum enn ímóti telduni, sigur Høgni Vesturklett, spurdur hví so nógv fólk høvdu teknað seg til slíka kapping.
Høgni Vesturklett sigur, at hann savnast saman við kammeratum annan ella triðja hvønn mánað, har teir seta teldurnar saman og spæla ímóti hvørjum øðrum.


FAKTA

Vinnarar av Net-Upp:

Starcraft: (liðkapping)
Høgni Vesturklett
Uni Johannesen
Bogi Jørgensen

Call of Duty: (einstaklingakapping)
1. Pætur Breckmann

Counterstrike: (liðkapping, størsta kappingin)
1. Perfect[5]
2. tnR

Unreal Tournament 2004: (einstaklingakapping)
1. Bjarni Jacobsen
2. Boas Hansen

Viðmerking: Bergur Strøm sigur, at liðini Perfect[5] og tnR vóru á einum hægri støði enn øll hini. Perfect[5] hava verið uttanlanda og kappast í Counter Strike-kappingum. Bæði liðini eru semiprofessionel, sigur Bergur Strøm