Maud Wang Hansen
Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum til kommunuvalið
???????????????
Nú lagkøkan fyri 2005 hjá Tórshavnar Býráð er løgd saman og býtt sundur, sær tað út til at barnaansingin fær uml.22% av teim 460 mió, og hetta man vera tað mesta nakrantíð.
Tórshavnar Býráð hevur tømt allar bíðilistarnar til dagstovnar, og tað er eitt stórt framstig .
Hóast tað so lesa vit í bløðunum, at hetta ikki er farið fram uttan at tað rakar onkran meint. Dømini um, at man broytir normin fyri nær eitt barn telur sum barnagarðsbarn niðureftir, fær bíðilistan at síggja penan út. Tað er bara ikki heilt í tráð við lyftini um, at trygdin og góðskan í arbeiðnum á stovnunum ikki skuldi gerast verri, hvørki fyri børnini ella starvsfólkini har.
Tað sær út sum at bý-ráðssamgongan tímir øgiliga væl at sita og spæla sær við at byggja bygningar og at gera av hvør sleppur at byggja. Akkurát sum tá dreingir spæla LEGO. Men tá tað kemur til innihaldið og trivnaðin hjá børnunum, so er tað ikki so áhugavert longur hjá býráðssamgongumonnunum.
Nú karmarnir eru lagdir eiga vit at leggja okkum eftir, at fáa innihaldið enn betri enn áður.
Mín meining er, at man í Tórshavnar Býráð eigur at leggja seg eftur, bert at fremja slíkar broytingar í neyvum samstarvi við fakfólk og brúkarar á økinum. Tað er hóast alt tey, sum dagliga varða av okkara dýrabarastu íløgum í føroyska samfelagnum. Nevniliga okkara børnum.
Tað er uppá tíðina at taka LEGO-brikkarnar frá bý-ráðspolitikarnum og lata børnini spæla, meðan tey vaksnu arbeiða!