Spæla hasard við almennum starvsfólki

Tað má ikki blíva sum í ræðumyndini, har sjálvt rotturnar leypa á sjógv, tí støðan bleiv ótolandi, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum

 

- Politiski mynduleikin má nú steðga øllum ætlanum um at leggja almennar stovnar saman.

 Tað staðfestir Suni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

 

Tað er úrslitið av ætlanini at leggja Søvn Landsins saman, sum ræðir hann. Hann heldur nevniliga, at tað er ein so stór sorgarsøga, at nú eiga ongar aðrar samanleggingar at vera, fyrrenn ein greið ætlan er løgd fyri, hvørji mál skulu røkkast og hvør visiónin og misjónin við samanleggingini er.

 

Og samstundis skulu bindandi samtyktir gerast um, hvussu ætlaninar skulu fremjast í verki, frá byrjan til enda.

 

Suni Selfoss staðfestir, at ætlanin at leggja Søvn Landsins saman, er kollsigld.

- Fimm almennir stovnar vórðu lagdir saman, men avgerðin varð ongantíð fylgd upp. Hvørki við lóggávu, pengum ella tilfeingi. Eftir stendur ein ætlan í hálvum gekki. Eitt politiskt ekperiment við sparing fyri eyga.

 

Hann sigur, at tað tykist nevniliga sum um at flestu samanleggingar hava eitt endamál, nevniliga at spara pengar.

 

- Tó ivist eg stórliga í, um samanleggingarnar í roynd og veru hava verið nøkur sparing. Tað er meira reglan enn undantakið, at samanleggingar hava kosta samfelagnum rættuliga nógvar pengar.

 

Hann sigur, at tað er einamest av vánaligari planlegging og tí at politiski mynduleikin ikki hevur vitað, ella gjørt sær greitt, hvat ein samanlegging skal innibera.

 

Myndugleikin hevur heldur ikki gjørt sær greitt, hvørjar avleiðingar samanleggingin hevur við sær, bæði fíggjarliga, menniskjaliga og bygnaðarliga.

 

- Á Søvnum Landsins eru tey tveitt út í óvissuna, tí lagt varð ikki upp fyri, hvørjar avleiðingar kunnu standast av at broyta samleikan hjá stovnunum og starvsfólkunum.

 

 Suni Selfoss sigur, at landsins stovnar, og starvsfólk, eru ov dýrabær til at spæla hasard við.

 

Tað má ikki blíva sum í ræðumyndini í, nevniliga at øll – ja, sjálvt rotturnar – leypa á sjógv undan eldinum, tí støðan gjørdis ótolandi og ikki bar til at verða verðandi umborð longur, sigur hann.

 

Trýst HER og les meiri um sjónarmiðini hjá formanninum í starvsmannafelagnum um at leggja almennar stovnar saman