À Sandi er tað kanska størri framtíð í at spæla golf enn tað er at hava seyð. Um hetta er hugsjónin hjá Pálli á Reynatúgvu og øðrum á Sandi, skal vera ósagt.
Men undir øllum umstøðum eru teir komnir heilt langt ávegis við at gera ein golfvøll á Sandi.
Og gongst sum ætlað, verður tað áðrenn árið er úti, at tað ber til at svinga golfkylvuna heima á Sandi.
Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, hevur bygdaráðið á Sandi nú tikið stig til at eitt øki upp á 300.000 fermetrar, sum nú er sett av til landbúnað, í framtíðini skal vera sett av til frítíðarítriv og golfvøll.
Stigtakarin til ætlanina at gera golfvøll á Sandi, er Páll á Reynatúgvu, sum sjálvur eigur lendi, ætlanin er at gera golfvøllin á.
Byrja í smáum
Hann sigur, at tey hava arbeitt rættiliga leingi við at gera golfvøll á Sandi.
Í fyrstu atløgu verður talan um ein vøll við níggju holum, men møguleikar eru at byggja hann út til 18 hol, sum er tað mest vanliga fyri ein golfvøll.
Sum vánirnar eru at fáa fígging til ymisk tiltøk nú á døgum, dugir Páll á Reynatúgvu ikki at siga, hvussu verður við ætlanini, men ætlanin er so at hava økið klárt, fæst fígging annars til vega.
- Skal talan verða um ein framkomnan golfvøll við alskyns hentleikum, kann talan skjótt gerast um eina íløgu upp á milliónir. Men ætlanin er at byrja í smáum og at byggja út so hvørt, sum fígging fæst.
- Í prinsippinum ber til at spæla golf allastaðni, men eitt krav er kortini, at eitt stykki upp á 50 fermetrar skal planerast rundan um hvørt hol. Annars veldst bara um, hvussu væl útgjørdur golfvøllurin skal vera við ymsum hentleikum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann sigur, at fyrsta stigið er at broyta byggisamtyktina og tað er sett á skinnarar nú. Tá ið tað er endaliga avgreitt, vónar hann at hava fígging til at byrja við golfvøllinum í smáum.
Hann sigur, at sjálvandi er hetta eitt tiltak, sum hevur til endamáls at lokka fremmanda fólk í Sandoynna.
-Men at spæla golf og at røra seg úti í náttúruni er sanniliga eisini gott fyri sandoyingar, leggur hann afturat.
Borgarstjórin ikki ógegnigur
Hóast Páll á Reynatúgvu er undangongumaður aftanfyri ætlanin at gera golfvøll á Sandi, samstundis sum hann er borgarstjóri, følir hann seg als ikki ógegnigan, nú bygdaráðið hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, so at eitt stórt øki verður sett av til golfvøll.
Hann sigur, at bygdaráðið hevur fyrr í summar viðgjørt eina umsókn frá honum um loyvi at gera golfvøll og tá varð hann ikki á fundi og var sostatt heldur ikki við í viðgerðini, sigur hann.
At byggisamtyktin nú verður broytt er ikki annað enn ein sjálvsøgd avleiðing av teirri fyrru samtyktini um at geva loyvi til at gera golfvøll, so her følir hann seg ikki hava nakran gegnistrupulleika.
- At broyta byggisamtyktina er so umfatandi, at tað er neyvan nakar sandingur, sum tað ikki fær ávirkan á, hvørki bygdaráðslimir ella aðrir sandingar, so tað er ongin trupulleiki í tí, sigur Páll á Reynatúgvu.
Les eisini greinina: Sandingar gera klárt til bæði flogvøll og golfvøll.










