Spæla fyri ljóðførum

Hvalba: Á seinasta fundi sínum var eitt av málunum ein umsókn frá Tvøroyrar Hornorkestri.

Hornorkestrið ynskti at fáa stuðul hagani frá til keyp av ljóðførum, men tað vann ikki frama í grannabygdini. Og tó.

Bygdaráðið í Hvalba samtykti at heita á tey sjálvi um at savna inn pening í fyrsta lagi. Hinvegin vil kommunan biðja tey spæla onkutíð, og veita teimum samsýning afturfyri hetta.