UPPTAKT
KÍF hevur havt eitt sera gott endaspæl, har teir enn ikki hava roynt at tapt ein dyst. Fyrstu fimm dystirnir hava givið tríggjar sigrar og tveir javnleikir, og hesi úrslit hava nú lagt teir á eitt annað pláss saman við StÍF og Kyndli.
Hjá Neistanum hevur hinvegin ikki gingið so væl. Teir fingu eina góða byrjan uppá kappingina, men nakað undan jólum steðgaði upp. Teir vunnu ikki í sjey dystir á rað, men seinasta dystin bragdaði aftur, tá teir fingu sigursmálið ímóti H71 í seinasta sekundinum. Møguleikin hjá teimum at røkka finaluni er ikki stórur, men teir liva enn í vónini.
Ymiskir dystir
Undanfarnu dystirnir ímillum hesi feløgini hava verið rættiliga ymiskir, og úrslitini av dystunum hava helst eisini lýst gongdina hjá liðunum rættiliga væl.
Neistin hevði eitt sera gott grundspæl, og báðir dystirnir í grundspælinum endaðu eisini við sigri til Neistin. Í fyrra dystinum vann Neistin við heili 10 málum, meðan seinni dysturin endaði við einum trý mála sigri til Neistin.
Í endaspælinum hevur gongdin tó verið heldur øvut hjá liðunum. Her hevur gingið væl hjá kollfirðingum og minni væl hjá Neistanum, og í fyrsta dystunum millum liðini vann KÍF eisini tryggan sigur á Hálsi. Murnuin var fimm mál, og hetta var eisini byrjanin til góðu gongdina hjá KÍF.
Nú møtast liðini so aftur, og her er greitt, at bæði helst skulu vinna dystin. KÍF skal vinna fyri at hanga fast í oddinum, meðan Neistin slett ikki hevur ráð at tapa, tí so eru teir at kalla úti úr meistarastríðnum.