Tað er fult umfar í bestu fótbóltsdeildini seinnapartin. At tað hesaferð verður spælt leygardag og ikki sunnudag kemst av, at fyrru hálvfinalurnar vera mikudagin.
Meðan bólturin sum oftast fer á rull klokkan 15, tá ið talan er um sunnudagsumfar, so verður tað í dag fótbóltur frá klokkan 15 og fram ímóti klokkan 20 ella í fimm tímar.
KÍ-ÍF: Petur Reinert kl.18.00
Víkingur-07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 17.00
NSÍ-Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00
EB/Streymur-B36: Dagfinn Forná kl. 16.30
HB-TB/FCS/Royn: Alex Troleis kl. 15.00
Støðan undan sjeynda umfari
Víkingur 12 stig
TB/FCS/Royn stig
KÍ 10 stig
NSÍ 9 stig
B36 7 stig
HB 7 stig
07 Vestur 7 stig
ÍF 5 stig
Skála 4 stig
EB/Streymur 4 stig