Spæla EM-dyst við syrgibindi

Tá írar og italiumenn fara á vøllin í kvøld at spæla EM-dyst, fara teir írsku spælararnir at spæla við syrgibindi um armin til minnis um tey, sum doyðu í einari yvirgangsatsókn í Írlandi fyri 18 árum síðani.

 

Fyri júst 18 árum síðani møttust Írland og Italia í HM-kappingini í USA. Írar vunnu dystin 1-0 við máli hjá Ray Houghton (myndin). Undir dystinum lupu protestantiskir yvirgangsmenn á eitt vertshús, har katólskir írar sótu og hugdu at dystinum í USA. Seks av teimum katólsku írunum doyðu í álopinum.

 

Hóast 16 menn vórðu handtiknir í sambandi við atsóknina, er eingin dømdur fyri hana enn.

 

Í sambandi við at tað í dag eru 18 ár síðani atsóknina, ætla teir írsku spælararnir at spæla við syrgibindi. So er spurningurin, um úrslitið av dystinum í kvøld verður tað sama sum tað í 1994.