Ellivta umfar í Betri deildini verður í dag og í morgin. Tríggir dystir vera seinnapartin ídag, og tveir vera mánakvøldið. Teir báðir mánakvøldið vera í Eysturoy, har Víkingur fær vitjan av HB, og har grannauppgerð millum NSÍ og Skála verður við Løkin í Runavík.
Seinnapartin fær KÍ møguleika á heimavølli ímóti EB/Streymi at reisa seg eftir vónbrot ímóti HB bæði síðsta sunnudag í landskappingini og mikukvøldið í steypakappingini.
Í Gundadali verður grannauppgerð millum B36 og AB, sum síðsta sunnudag megnaði 2-2 á heimavølli ímóti TB.
TB eigur seinnapartin heimavøll í lyklauppgerð ímóti ÍF.
Fótbóltslíkindini vera góð seinnapartin. Tað verður eitt lítið høgættarlot og turt, og hitin verður 5 – 6 stig.
Ídag
KÍ – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
B36 – AB: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB – ÍF: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Mánadagin
Víkingur – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
NSÍ – Skála: Rúni Gaardbo kl. 19.00
KÍ | 10 | 7 | 2 | 1 | 25 | 9 | 23 |
NSÍ | 10 | 7 | 1 | 2 | 27 | 11 | 22 |
B36 | 10 | 7 | 0 | 3 | 14 | 10 | 21 |
Víkingur | 10 | 6 | 2 | 2 | 22 | 14 | 20 |
HB | 10 | 5 | 3 | 2 | 19 | 11 | 18 |
Skála | 10 | 5 | 0 | 5 | 14 | 9 | 15 |
TB | 10 | 2 | 3 | 5 | 9 | 21 | 9 |
EB/S | 10 | 2 | 1 | 7 | 11 | 22 | 7 |
AB | 10 | 1 | 1 | 8 | 12 | 29 | 4 |
ÍF | 10 | 1 | 1 | 9 | 8 | 25 | 4 |