Fult umfar er á skránni í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Sambært upprunaligu skránni skuldi eingin dystur verða í dag. Men eftir at 2. umfar varð avlýst orsaka av kava, og skráin varð løgd av nýggjum, var umfarið flutt til í dag.
Skráin sær soleiðis út í dag:
AB-TB: kl. 15
HB-VB/Sumba: kl. 13
KÍ-Víkingur: kl. 18
B68-07 Vestur: kl. 16.15
EB/Streymur-NSÍ: kl. 17
Vit plaga at siga frá, hvør er settir at døma hvønn dystin. Tað gera vit ikki í dag. Seinastu ferðirnar hevur tað víst seg at vera lítið samsvar millum tað, sum hevur verið upplýst um døming í 1. deild, og teir dómarar sum hava dømt dystirnar.
Fyrsta bríkslið í dag var longu klokkan 13, tá ið HB og VB/Sumba løgdu til brots í Gundadali. Kanska mest áhugaverda uppgerðin í dag er tann, sum verður klokkan 15, tá ið TB fer at vitja AB á Argjum.
VB/Sumba 15 stig
TB og 07 Vestur 12 stig
HB 10 stig
AB og KÍ 9 stig
Víkingur 7 stig
B68 og EB/Streymur 3 stig
NSÍ 0 stig
TB, HB, EB/Streymur og NSÍ hava spælt seks dystir, og hini hava spælt fimm dystir.