Høgni Hoydal:
Formaður Tjóðveldisfloksins í andstøðu, Høgni Hoydal, eftirlýsir og saknar eina endurskoðan á allari fyrisitingini. Hann heldur, at skerjingarnar í aðalráðunum ikki er annað enn eitt spæl fyri gallarínum, har nøkur vallyfti skulu haldast, uttan at nøkur verulig ætlan er aftanfyri.
- Man hevur flutt runt uppá nakrar brikkar í aðalráðunum uttan nakrar sparingar, og tað verða so ikki hesar broytingarnar, sum síggjast aftur á eini fíggjarlóg, heldur Høgni Hoydal. Hann saknar verulig endamál við broytingunum, og mælir hann til endurskoðan í øllum bygnaðinum.
- Neyðugt er at spyrja, hvat vit veruliga vilja við miðfyrisitingini. Hvat er ætlanin, endamálið og visiónirnar, og í hesum sambandi skuldi ein bólkur verið settur við kvalifiseraðum fólki at kanna, hvussu samstarv millum aðalráðini verður sett í hásætið, heldur Høgni Hoydal. Fyrrverandi varaløgmaður leggur dent á, at tað ikki snýr seg um tal av aðalráðum, men heldur um hvussu samstarv kann fáast millum ráðini uttan nakrar dupultfunktiónir.
- Tískil skuldi fyrisitingarbygnaðurin verið endurskoðaður heldur enn at flyta runt uppá nøkur ráð og nakrar aðalstjórar uttan endamál, sigur formaður Tjóðveldisfloksins.
Brúk fyri uttanríkisráðharra
Høgni Hoydal stuðlar tó samgonguni í at styrkja um føroysku uttanríkisfyrisitingina, sum samgongan júst hevur lagt undir Uttanlandsdeildina í Løgmálaráðnum, men metir hann, at brúk er fyri einum uttanríkisráðharra, sum í staðin fyri løgmann umsitir uttanríkismálini.
- Økið hjá løgmanni er sambært stýrisskipanarlógini frammanundan so stórt, at løgmaður als ikki átti at savna hetta undir seg sjálvan. Tískil skuldi ein uttanríkisráðharri verið settur við egnum aðalráði, mælir Høgni Hoydal til. Hann leggur afturat, at um uttanríkismálini endiliga skulu vera undir løgmanni, kundu Vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið eisini verið løgd saman.
- Men tað avgerandi er sum sagt ikki, hvussu nógv aðalráð eru, men heldur, hvussu samstarvið millum ráðini kann samskipast effektivt. Samgongan hevur flutt runt uppá eitt fótbóltslið, men spurningurin er, hvussu liðið fær spælt saman, tí í løtuni eru nógvar dupultfunktiónir, slær Høgni Hoydal fast. Sambært honum er ein sjálvsøgd fortreyt fyri sparingum, at broytingar vera í sjálvum bygnaðinum, og tískil hava núverandi broytingar als einki endamál.
- Løgfrøðingar, fíggjarstýrið og EDV kunnu t.d. saktans samskipast millum øll aðalráðini í einum øðrvísi samstarvi, í staðin fyri at hvørt aðalráð hevur sínar løgfrøðingar, fíggjarfrøðingar o.s.fr, sigur Høgni Hoydal.
Endamálið eigur sambært formanni Tjóðveldisfloksins at vera at fáa meiri burturúr samstarvinum millum tey mongu dugnaligu starvsfólkini í staðin fyri bert at flyta runt á yvirflatuni.
- Endurskoðanin av bygnaðinum er nakað, vit ikki megnaðu at koma til í gomlu samgonguni, og tað er harmiligt, at nýggja samgongan heldur ikki hevur fingið viðgjørt spurningin, heldur Høgni Hoydal at enda.










