Ein nýggj verkætlan bjóðar tær møguleika fyri at spæla eina singul inn mitt á Roskilde festivalplássinum. Fleiri felagsskapir og fyritøkur hava longu sagt frá, at tey fara at hava básir á Roskilde Festival-plássinum. Tónleikahandilin Eskildsen og fyritøkan Digidesign hava í felag við Camp Digidesign skipað fyri hesum nýggja tiltakinum, har bólkar fáa møguleikan fyri í ein tíma at taka eitt lag upp við ProTools við professionellari hjálp.
Tíðirnar, har básurin hevur opið, eru hesar:
Sunnudagur 29. juni: kl. 15.00-22.00
Mánadagur 30. juni: 12.00-22.00
Týsdagur 1. juli: 12.00-22.00
Mikudagur 2. juli: 12.00-22.00
Hósdagur 3. juli: 18.00-22.00
Fríggjadagur 4. juli: 12.00-22.00
Leygardagur 5. juli: 12.00-22.00
Sunnudagur 6. juli: 12.00-20.00
Til ber at lesa meira um tiltakið á MySpace-síðuni hjá Camp DigiDesigns.