Spøkilsisskip í donskum havnum

Ein trupulleiki í donskum havnum eru skip, sum eru løgd, men sum eigararnir ikki tora at høggja upp Kvoturnar, sum gomlu skipini høvdu, eru fluttar á onnur og nýggjari skip, men óvissa ræður um, hvussu verður við hesum kvotum, um gomlu skipini verða høgd upp.

Tí liggja nógv gomul skip, sum eru tikin úr vinnu og misprýða danskar havnir.

Í summum førum eru hetta rættilig spøkilsisskip, sum tey nú verða rópt.

ES-fiskivinnukommiserurin, Joe Borg, hevur nú lovað donskum fiskimonnum at taka henda trupulleika upp, so hann kann verða loystur.

Joe Borg var við, tá Danmarks Fiskeriforening helt aðalfund herfyri.