Spøkilsi í Grundini

Áhoyrarnir í Grundini vóru tiknir á bóli av sera væleydnaðu konsertini hjá The Ghost


Rættiliga nógv fólk vóru komin saman, táið duoin The Ghost spældu í Grundini.

The Ghost spæla elektroniskan teldutónleik, sum Urbanus Olsen og Filip Mortensen framleiða á teldu. Hetta er sera væl gjørt, og tað svingaði væl.


Filip er ein entertainari av fyrstu skuffu, og hann dugdi væl at fáa fólkini við uppá tað. Ta einu ferðina fór hann dansandi eftir garðinum og fekk øll at dansa við. Hann var ótrúliga sjarmerandi.

Hann sang ikki reint allatíðina, men í tí stóra og heila er ein hann er góður sangari. Røddin liggur høgt allatíðina og er rættiliga egin.


Næstsíðsti sangurin var eitt remix av sanginum “Dancing Around Honolulu” hjá The Story Ends. Thor Simonsen hevur remixað, og hann kom sjálvur á pallin at rappa við í sanginum.

Í síðsta sanginum “Something New” fór Urbanus í holtur við elgittaran, meðan Filip spældi kassagittar.


Filip endaði við at siga “We will definetely come back to The Faroe Islands. Beautiful view!”

Ljóðið var gott, og tjekkaði elektronikatónleikurin hjá The Ghost riggaði ótrúliga væl í Grundini.