Spákandi í hálvfinaluna

Í einum dysti, har sveittin neyvan kom á pannuna, mest sum spákaðu føroysku flogbóltskvinnurnar seg í hálvfinaluna

Føroyar-Orkney 3-0 (25-11, 25-15, 25-19):


Kvinnurnar av Orkney mundu longu undan dystinum vita, at tær ikki høvdu tað stóra at siga í dystinum móti Føroyum. Enn hava føroysku kvinnurnar kanska til góðar at vísa spælið, sum fýra oyggjaleikir á rað hevur ført tær til gullið, men tað var nú heldur ikki neyðugt hendan dystin.

Snøgt sagt, so ráddi bara um at fáa dystin avgreiddan og síðani fara heim, og hugburðurin hjá spælarunum var nú eisini hareftir.

Hósdagin stendur hálvfinala á skránni, og verður hendan ímóti Bermuda.